Ein dag, ein dag – um ikki fyrr

James McGranahanVictor Danielsen
Orð: Maxwell N. Cornelius
Lag: James McGranahan
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Sometime we’ll understand

1. Ein dag, ein dag – um ikki fyrr,
so tá eg standi honum hjá –
er skilligt alt, ið hjartað spyr;
Guds veg, Guds ráð eg skilji tá.

Niðurlag: Tí líti eg hvønn dag á teg,
eg óttist ei, tú ert mær hjá;
ja, sjálvt á myrkum, tungum veg
eg syngi: Eg skal skilja tá!

2. Eg knýti aftur slitin bond
og hálvgjørt verk skal fullført sjá;
ei gátum hýsa Himlalond,
nei heilt, áh, heilt eg skilji tá!

3. Eg skilji, hví ei sól, men nátt
lá yvir tí, eg ynskti ná,
hví gleðin kom – og fór so brátt,
ja, alt, áh, alt eg skilji tá!

4. Hví tað, eg vildi halda fast,
úr hond mær gleið og veik mær frá,
hví vónin sveik, og ætlan brast –
har uppi, eg skal skilja tá.

5. Gud læsir upp, hann leiðir best;
og alt, ið kámt mín trúgv her sá,
skjótt skoðar eygað táraleyst –
ja, uppi har, eg skilji tá.

FavoriteLoadingGoym tekstin