Ein dag gekk eg uttan vón, fortaptur eg var

Týtt: Kajfinn Hammer

1. Ein dag gekk eg uttan vón, fortaptur eg var,
uppgivin og myrk mín sál av skuld tyngd hon var;
men dagurin so upprann, tá Kristus meg fann
eg sannleikan síggja fekk: Fyri meg blóð Hans rann!

Niðurlag: Hans kærleiki náddi meg
í Hans blóði meg reinsaði,
frið fann eg við Hans bróst,
Hann gjørdi mær lívið ljóst.
Í Honum útfrían er,
ja, halleluja, fyrigeving her;
tryggur eri eg, Hann frelsti meg.

2. Í Kristus er sál mín frí, Hann gleði mær gav,
og synd mína søkti Hann í gloymskunnar hav.
Vinur, kom tak ímóti nú, alt ger Hann nýtt;
alt, Hann hevur givið mær, eisini er títt!

3. Í dag stendur sál mín frí uttan ótta og frykt;
mítt lív, sum fyrr oyðið var, nú á Kristus er bygt.
Og um enn alt rapar her og um meg fer í sor,
á, hvat er mín sál tó trygg her við Hans Orð!

FavoriteLoadingGoym tekstin