Ein dag skal ævinleikans morgun rísa

Orð og lag: L. Thanner
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Ein dag skal ævinleikans morgun rísa,
og jarðarlívsins tregi svinnur, fer;
tá ævinleikans ljós meg blítt umstrálar,
og myrkrið vent til ljósan sóldag er.

Niðurlag: Á, sæli morgun, sum mær leingist skoða,
frá heimsins sút mín tráan er til tín.
O, lat eitt vet av tíni dýrd meg náa,
tá myrk og einslig kennist leiðin mín.

2. Tá skal eg síggja tað mín trúgv man hóma:
Tær ljósu strendur, Harrans lyftisland!
Har stillur friður, ævig sæla ræður,
og loyst av mær tá er hvørt jarðarband!

3. Hvør signað, tá ið Jesus meg har heintar,
eg møta skal Hans milda eygnabrá;
og mett av friði í tí frelsta skara,
tá fyri ásjón Hans mín sál skal stá.

Niðurlag: Á, sæli morgun, sum mær leingist skoða,
frá heimsins neyð mín tráan er til tín.
O, lat eitt vet av tíni dýrd meg náa,
tá ljósumstrálað verður leiðin mín!

FavoriteLoadingGoym tekstin