Ein dagin í andanum fara

Orð: Ókendur
Lag: Meg droymdi, at Dómadagsmorgun
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Ein dagin í andanum fara
eg sá tíggju moyggjar avstað,
og lampur eg sá at tær bóru,
hvør ein teirra sang og var glað!
Tær vóru á veg til at hitta
sín Brúðgóm, men, á, hvat eitt vei:
Ei allar í Brúdleypið sluppu!
– Tær óhygnu kendi Hann ei!

Niðurlag: Keyp olju, keyp olju, á, vinir,
og fyll bæði lampu og ker!
Tí vei tí hvørs lampa ei brennur,
hann æviga glataður er!

2. Tær hygnu tær skiltu, at olju
ein hava má lampuni á;
í bøn tær til Kelduna søktu,
sum flýtur Guðs Orðinum frá!
Tær óhygnu lættsintar tonktu:
Vár Brúðgómur náðigur er!
Tað er ei so neyðugt at biða,
– Hann yvir við okkum væl ber!

3. Men Brúðgómurin tók at drála,
so myrk og so long kendist nátt!
Tær orkaðu ikki at vakja,
og tyngd kom á allar so smátt!
Men brádliga hoyrdu tær rópið:
Sí, Brúðgómurin kemur nú!
Tá vaknaðu allar at sanna
hvat bar av tí, tær høvdu trúð!

4. Tær óhygnu stóðu við lampum,
sum útbrendar lýstu ei meir!
Tær komu í oljuneyð allar,
og bóðu tær hygnu um meir!
Tær hygnu tá svaraðu stillan,
– ei hinar tær sláa til tols:
Tit oljuna sjálv mugu keypa,
vit eiga bert til okkum sjálvs!

5. Men meðan tær vóru og keyptu,
sí, Brúðgómurin kom í ský!
Til reiðar tær hygnu tá stóðu
og fóru inn Brúdleypið í.
Tá komu tær óhygnu aftur:
Á, Harri, lat upp Tínar dyr!
Men Harrin ei ein teirra kendi!
– Tær stóðu við Guðs læstu dyr!

FavoriteLoadingGoym tekstin