Ein dagin ein maður, so er mær sagt frá

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Ein dagin ein maður, so er mær sagt frá,
á ferð millum bygda reið hestbaki á,
tá bilsin hann steðgar, hans undran gerst stór,
ein rødd hoyrist syngja í nánd hetta kór:

:,:Barn til konganna Kong,:,:
hóast alt tó eg eri barn til konganna Kong!

2. Við vegin hann sær, tá hann lítur seg um,
ein fátækan, boygdan zigøynara, sum
við jaðaran situr og syngur: “Á, sig,
hvør undurfult er tað at eiga Guðs frið!”

3. Við jaðaran stendur eitt skirvisligt tjald,
og hóskandi lívd er til húsvognin vald;
ein útslitin hestur í grasinum stóð,
men frá jaðaranum ljóðar hin røddin so fró:

4. Hin ferðandi víst var ein ólátað sál,
zigøynarans sang hann uppfatar sum skrál!
“Hoyr, býttlingur, sig mær, hví syngur tú so?
Um tú kongabarn ert, sig, hví húsast tú so?

:,:Barn til konganna kong,:,:
um tú kongabarn ert, sig, hví húsast tú so?”

5. Zigøynarin svarar: “Hoyr, Frelsari mín
eins fátækur var, tá Hann bar krossin Sín;
í Himmalsins dýrd Hann nú ræður og býr,
har stað ger til reiðar til hvønn tann, sum trýr!”

6. “So, tú kongabarn ert? Víst eg síggi títt “slott”
og tín “kongaliga vogn”, á, nei, halt tú nú tott!”.
Men zigøynarin fattur tá rættir sín rygg
og sigur: “Á, sál, kom, á Jesus tú hygg,

:,:tú eitt Kongabarn gerst,:,:
um tú trýrt nú á Jesus, tú eitt Kongabarn gerst!

7. Væl er kroysa mín trong, – einki purpur og lín,
Guð tó hevur á Himli eitt slott bygt til mín!
Tí gleðir mín sál seg og syngur sín song:
Alla æru til Jesus, Hann, hin konganna Kong!”

FavoriteLoadingGoym tekstin