Ein dagin Harrin Jesus kom

Orð: Levi Joensen
Lag: Ralph E. Hudson

1. Ein dagin Harrin Jesus kom
har fram við vatninum,
tá sá hann nakrar fiskimenn
nær standa bátinum.

Niðurlag: Símun, legg nú út frá,
eg til fólk tala má
um hin kærleik, Gud hevur til tann,
sum í synd sokkin er.
– Nú er Frelsarin her,
og hann ynskir at frelsa teg nú.

2. Tá Harrin so var liðugur
at tala fólkið til,
tá beyð Hann: „Símun, set nú út,
tí nú tað eydnast vil.“

3. „Vit hava roynt jú alla nátt,
og eingin fiskur var;
men upp á tíni orð eg nú
skal eftirlíka tær.

4. Teir settu út tá síni gørn,
um dagur klárur var,
tá bleiv so nógvur fiskur í,
at báturin ei bar.

5. Tá Símun hesa veiðu sá,
kom ræðsla stór á hann
og segði: „Harri, far mær frá,
eg ikki standa kann.“

6. „Nei, Símun, ikki óttast nú,
eg meiri gera vil.
Hereftir skalt tú veiða menn,
og mær tú hoyrir til.“

7. Og Harrin Jesus kallar enn
hvønn syndara í dag
og vil nú gera ferðalag
heim í hin ljósa stað.

FavoriteLoadingGoym tekstin