Ein dapur dagur kemur

Orð: Ókend/ur
Lag: Alfred E. Braine
Týtt úr donskum: Victor Danielsen

1. Ein dapur dagur kemur hjá
tí sál, sum ófrelst doyr,
tá hon sín dómara skal sjá,
og ei er náði meir.

Niðurlag: Áh, sál, kom ikki til hitt stað!
Vend tær í dag til hann,
sum gav sítt lív á krossins træ
og eina frelsa kann.

2. Tá kemur alt hitt loynda fram,
og sálin, ófrelst her,
má søkka í ta sorg og skamm,
sum ævig, ævig er.

3. Hvørt náðiorð, tú hevur hoyrt,
og ljósið, sum tú sá,
skal standa fyri tær so klárt,
sum ormur gnaga tá.

FavoriteLoadingGoym tekstin