Ein dári sigur: Eingin Gud man vera

Týtt: Victor Danielsen

1. Ein dári sigur: Eingin Gud man vera!
Men eingin sigur: Sorg er ikki til!
Tá neyðina hon ei er ment at bera,
náttúran trúarrópið læna vil.

2. Tað eyga, eingin prædika sló niður,
við gravir einsligar tað upplyft var,
og Gud, ger miskunn! mangan muður sigur,
sum aldri honum prís og tøkk fram bar.

FavoriteLoadingGoym tekstin