Ein dýrdarstaður mær bíðar

Orð og lag: Gordon Jensen
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: Jesus will outshine them all

1. Ein dýrdarstaður mær bíðar
har í Himmalsins hallum.
Tá eg flyti, ta dýrd eg skal sjá.
Um undurfult tað skal verða,
tað, sum gjørt er til reiðar
– tó Jesus skal fagrastur stá!

Niðurlag: Staðurin lýsir har á dýrdarhæddum,
vinir har aftur vit hitta tá.
Songur sum brimduni tónar um ævir
– tó Jesus skal fagrastur stá!

2. Lívsáin still har man renna,
lívsins træ støðugt blómar.
Í tí landi ei nátt fellur á.
Um gyltar gøtur har skína,
dýru perlurnar skyggja
– tó Jesus skal fagrastur stá!

FavoriteLoadingGoym tekstin