Ein einari

Orð og lag: Steintór Rasmussen

Ein smágenta við blómum á pallin trínur inn
Sangarin fær rósur hon ein koss á kinn
Ljós í høll nú tendrast og fólkið leitar heim
Haruppi bleiktra stjørnurnar var eg bara ein
Ein einari ein droymari eg hyggi upp til tín
Leggur tú merki til mín

Haruppi ganga vipparar á pinnamat og vín
Tá dystur er í skýlinum er altíð pláss til mín
Á rómurin og rópini á tey gyltu bein
Allir mínir dreymar at sparka tað var ein
Ein einari ein droymari eg hyggi upp til tín
Leggur tú merki til mín

Og skipið fer frá landi tað stásiliga far
Á dekkinum eg standi í mínum tonkum har
At líta uppá brúnna fær meg í hugaheim
At verða nakað serligt ikki bara ein
Ein einari ein droymari eg hyggi upp til tín
Leggur tú merki til mín

Inn í mína stovu tey senda frá tí verð
Har kærleiki og pengar ein møguleiki er
Tey vøkru og kendu sum halda sær á gleim
Men eg eri ongin Robinson eg eri bara ein
Ein einari ein droymari eg hyggi upp til tín
Leggur tú merki til mín

Víða flúgva orðini sum bløð ein heystardag
Sannleikin skal sigast til rætta tíð og stað
Leiðarar og stjórar hvør lurtar eftir teim
Sum stýra her á landi tað er altíð ein
Ein einari ein droymari eg hyggi upp til tín
Leggur tú merki til mín

FavoriteLoadingGoym tekstin