Orð: Árni Andreasen
Ein eingil kom av himli,
í fornu tíð tað var.
Til Jósef og Mariu,
tey gleðiboð hann bar.
Hon skuldi føða barnið,
Guðs sonur hesin var.
Í Betlehem var staðið,
har Jesus føddur var.
Ein kongasonur føddist,
á hesi jólanátt.
Tá hoyrdist einglasongur,
so klárt á himni hátt.
Tey Jósef og Maria,
uppaldu kongason.
Í henda myrka heimin,
Guð gav sín einkarson.
Tað Jesusbarnið kæra,
hann okkar syndir ber.
Hann vildi okkum læra,
at Guð hin størsti er.

