Ein er, sum teg elskar

Victor Danielsen
Orð: H.C. Ayres
Lag: William H. Doane
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: One there is who loves thee

1. Ein er, sum teg elskar,
bíðar eftir tær,
slíkur trúgvur vinur
eingin annar var;
vend tær ei frá honum,
lat upp dyrnar nú!
Dag um dag hann bíðaði –
hví bíðar tú?

Niðurlag: Ein er, sum teg elskar,
tak mót honum nú!
Leingi hann tær bíðaði –
hví bíðar tú?

2. Náðifult hann kallar,
ei hann frá tær fór,
hann skal fyrigeva,
um tín synd er stór;
hoyr hann! Vend tær til hann!
Hann teg reinsar nú;
enn í náði bíðar hann –
hví bíðar tú?

3. Enn, enn Jesus bíðar;
sál, hvat forðar tær?
Í hans náðiarmar
nú við skundi far!
Kom í trúnni eina!
Hann skal frelsa nú;
enn við dyrnar bíðar hann –
hví bíðar tú?

FavoriteLoadingGoym tekstin