Ein er vár meistari, Jesus, vár Harri

Orð: Eliza E. Hewitt
Lag: William James Kirkpatrick
Týtt: Petur William Háberg
Upprunaheiti: One is our master

1. Ein er vár meistari, Jesus, vár Harri,
tryggur er tann, ið er bundin til hann.
Gævi, hin kærleiki, Andi hans kyndi,
altíð í hjartanum logandi brann.

Niðurlag: Trúskap og ídni,
heilhugað lýdni,
óskerdan kærleika mót honum vís,
inntil vit síggja
hin dýrdarstað nýggja,
lova og takka og syngja hans prís.

2. Tæna við gleði vit vilja, áh, Jesus,
vilja tín gera í sannleika her.
Styrki tín virkar í veikleika várum;
náði tín tørvurin okkara er.

3. Harri og meistari, høgur og góður,
sannur í eymleika altíð tú er.
Tú ert vár æra og heilagt títt merki,
signing og heiður títt navn fái her.

4. Jesus, vár harri, tær fegin vit tæna,
vænta tín koma er skjótt fyri hond,
umskapt vit verða, og dýrmæt vit gerast,
frígjørd og sæl á tí himmalsku strond.

FavoriteLoadingGoym tekstin