Ein ferðamaður – og landið fremmant

Orð og lag: Joyce Lee
Týtt: Jákup Olsen
Upprunaheiti: I’m just a pilgrim

1. Ein ferðamaður – og landið fremmant,
men skjótt ein dagin eg fari heim.
Ein løta enn her at virka, tæna,
so heim til gleði og sælan gleim.

Niðurlag: Ein ferðamaður, men skjótt tó har
í sæla staðnum, sum bíðar mær.
Stórt er at vita, at skjótt eg fari
at skoða Jesus í ævirnar.

2. Eg bundin fast var í trælaokið,
men Kristus bondini loysti øll.
Og tá ið lúðurin skjótt nú ljóðar,
meg heinta einglar í Faðirs høll.

3. Ein ferðamaður, men dýrar gripir
mær Harrin goymir har Staðnum í,
og fyri sigrar og hjálp vit prísa
hans dýra navni hátt yvir ský.

FavoriteLoadingGoym tekstin