Ein fittur dreingjaflokkur

Orð: Zacharias Zachariassen
Lag: Jens Guttesen

1. Ein fittur dreingjaflokkur,
eitt vakurt gentulið,
tey syngja so søtt,
tey læra so skjótt
og spæla og renna so glað og løtt.
Og hesin káti flokkur og hetta glaða lið,
tey hoyra nú um hann,
hvørs blóð á krossi rann,
og sum smábørn frelsa kann – halleluja!

2. Ein frelstur dreingjaflokkur,
eitt bjargað gentulið,
tey syngja so søtt,
tey læra so skjótt
og ferðast mót Himli so glað og løtt.
Og hesin dýri flokkur
og hetta kæra lið,
tey vitna frítt um hann,
hvørs blóð á krossi rann,
at hann smábørn frelsa kann – halleluja!

FavoriteLoadingGoym tekstin