Ein fjórðingsøld – tað er eitt skeið, ið spennir

Orð: Petur William Háberg
Lag: Hans Jacob Højgaard

1. Ein fjórðingsøld – tað er eitt skeið, ið spennir
frá lívsins vári út í lívsins heyst,
vit undrast á, so skjótt, ið tíðin rennur,
ein dag sum henda sæst tað eina best.
So stutt tað tykist, síðan hesi bæði
so glað og vónrík birtu hjúnalag.
Nú annað lið tey blómandi man prýða,
og triðja lið í vøkstri er í dag.

2. Av sonnum er tað tí ein merkisdagur,
og tí vit fagna vilja teimum her.
Vit ynskja hvørjum gesti, at hann glaður
og lívgaður til húsa aftur fer.
Lat góðan anda hesa veitslu leiða,
og silvurhjúnunum skal ynskjast tað,
at Harrin náðiveingir sínar breiða
skal yvir tey til lívsins evsta dag.

FavoriteLoadingGoym tekstin