Ein Frelsara dýrdligan fann eg

Orð: Carrie E. Breck
Lag: Edvin O. Excell
Týtt: Victor Danielsen

1. Ein Frelsara dýrdligan fann eg,
men leingi mín sál ei hann sá;
nú vitna um náði hans kann eg,
at øll skulu kenna hann fá.

Niðurlag:
Øll, ja, øll skulu sjá,
øll, ja, øll skulu sjá –
hin Frelsara dýra, eg eigi,
hann øll, ja, øll skulu sjá.

2. Av øllum hin fagrasti er hann,
Guds dýrd øll í honum jú býr;
og tó til sín egna meg ger hann,
ein syndara arman, sum trýr.

3. Vil myrkursins vald á meg herja
og leggja sítt net á mín veg,
eg veit, at meg Jesus skal verja
og styðja í stríðinum meg.

4. Mítt lív og mín kærleika beri
eg honum, ið veitti mær alt;
av øllum hans undrum tó veri
tað størst, hann meg hevur útvalt!

FavoriteLoadingGoym tekstin