Ein Frelsara signaðan, dýran eg fann

Orð og lag: C. E. Brown
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Ein Frelsara signaðan, dýran eg fann,
ein Loysnari er Hann mær við!
Útloystur frá dómi ígjøgnum Hans blóð
eg nú havi varandi frið.

Niðurlag: Signaðan frið, himmalskan frið,
frið, sum ei verðin mær gav!
Tá Hann sál mína førdi frá myrkri til ljós,
fekk eg ævigan, himmalskan frið.

2. Øll órógv, sum plágaði hart mína sál,
Hans Orð bræddi burt eins og gler.
Hans friður er betri enn alt mær er kent,
Hans gleði hin besta í verð.

3. Eg gevi til Jesus, mín Meistara, alt
mítt lív, mínar gávur, mítt verk;
og ganga ta leið, Hann mær vísti, eg vil,
og gera Hans vilja og verk.

FavoriteLoadingGoym tekstin