Ein genta fór í bøin

Orð og lag: Ókendur (donsk vísa)
Týtt: Andreas Andreasen

1. Ein genta fór í bøin
at skera akurin.
Tá kom ein drongur ríðandi
– á ja, ríðandi –
og segði: “Statt nú still!”

2. “Og hví skal eg ei skera meir,
men standa púra still?
Í kvøld, tá ið eg komi heim
– á ja, komi heim –
tá verður mamma ill.”

3. “So bint tær bert ein lítlan klút
um tína tá so fast
og sig bert, at tú skart teg so
– á ja, skart teg so –
tí stráið var so hvast.”

4. “Tú lærir meg at lúgva,
tað er ljótt, tað haldi eg.
Nógv heldur vil eg siga
– á ja, siga –
ein drongur elskar meg.”

5. Ein genta fór í bøin
at skera akurin.
Tá kom ein drongur ríðandi
– á ja, ríðandi –
og segði: “Statt nú still!”

FavoriteLoadingGoym tekstin