Ein gleði stór, at barn hjá tær

Orð: Nicolina Frederiksen
Lag: John B. Dykes, Hugh Wilson

1. Ein gleði stór, at barn hjá tær,
mín Jesus, eri eg!
Til krossin tín eg halli mær –
áh, søtt at eiga teg!

2. Meg lær at ganga sannleiksveg
og altíð fylgja tær,
áh, lat meg skína fyri teg,
ja, tú ert alt hjá mær!

3. Tú hevur elskað, og tú ger
tað sama enn í dag,
og boð tú ynskir, barn títt ber
um teg og um tín stað.

4. Tað er ein gleði, lukka stór
at vera barn hjá tær,
áh, tú, sum heim til Himmals fór
ein stað at vinna mær!

FavoriteLoadingGoym tekstin