Ein gleðinnar sang til Hans æru

Orð og lag: Elsa Eklund
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Ein gleðinnar sang til Hans æru,
sum krossin til Golgata bar,
mín frígjørda sál vil frambera
um friðin, sum Hann vann mær har!

Niðurlag: Halleluja, mítt hjarta nú syngur av gleði,
halleluja, ein lovsongur fyllir mítt sinn!
Halleluja, útloystur frá glatunnar vegi,
halleluja, eg stígi í Himmalin inn!

2. Ei nakað á jørð kann sammetast
við gleðina, Jesus mær gav.
Eitt heim, eina framtíð eg eigi
hjá Honum, tá lívið er av.

FavoriteLoadingGoym tekstin