Ein gleðisang eg um Jesus syngi

Aage Samuelsen
Orð: Aage Samuelsen
Lag: So ísakøld ýlir norðanættin
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Ein gleðisang eg um Jesus syngi,
ja, Honum prísar mín sál so glað,
tí Hann meg loysti úr syndaleinkjum,
nú stevni glaður mót Sions stað.

Niðurlag: Í hesum heimi eg einki eri,
ei mikið virdur í hesi verð;
men í Guðs Himli mítt navn er skrivað,
mín borgarskapur har uppi er.

2. Ein stevnir eftir at sita ovast,
at verða sæddur á kendum stað!
Ein frelstur syndari eg nú eri,
nógv sælari eri eg við tað.

3. So mong tey royna her rík at gerast,
sum mammons trælir mong enda her;
ei gull eg eigi, men rík í Guði
mín sál nú Honum sín lovsong ber.

4. Ein strembar eftir at verða ærdur
og verða sæddur við harraborð;
eg einans ynski at fylgja Jesus
og trúfast halda meg til Hans Orð.

5. Tá deyðin kemur ein fegin ynskir
eitt eftirmæli at fáa her!
Bert eitt eg ynski, tá stund mín kemur,
at Himmalportrið mær opið er.

FavoriteLoadingGoym tekstin