Ein glotti fyri framman

Regin Guttesen
Orð: M.C. Restorff
Lag: Regin Guttesen

Mong um landið stúrin sita,
kreppan nívir okkum meint.
Vónin er at rákið vendir,
og skútan stevnir beint.

Ein glotti fyri framman
ytst í havsbrúnni hómast ljós.
Nú standi saman fólkið
og setið út í kort nýggja kós.

Gud, sum fiskin gav av grunni,
kann aftur signa okkum her.
Tá ein og hvør í arbeiðsgleði
aftur mangt vælaverk ger.

VÓN – besta ogn
TRÚGV – flytur fjøll
GUD – broyta kann ódn til logn
BIRTIST NÚ Í OKKUM VÓN:
RÆTTIN TIL LÍV EIGA ØLL

FavoriteLoadingGoym tekstin