Ein gravarferð jóladag 1949

Orð: Poul F. Joensen

Tungt falla kann, tá gamal fer
av elli, troyttur, burt úr verð,
tó at tað so má vera.
Men tíggju ferðir tyngri, tá
hin ungi legst á deyðastrá,
er sorgina at bera.

Hvør meta móðurhjartað kann,
tá barnið sítt hon síggja man
í deyðans beiska vanda.
Tað bønar: mamma, hjálp tú mær !
Tað tyngsta sorg í heimi var
tá hjálparleys at standa.

Tú sum ein Harrans eingil var,
sum okkum fragd og ugga bar,
so meinaleysur, kátur.
Vár vón um ljósan lívsins veg
hon hvarv, og sárt vit sakna teg,
tín leik og hjartans látur.

Í Himnahøll í dýrdarskrúð,
skal lítli, kæri, góði tú
í ævum heimstað eiga.
Við hørpuslátt og fragdarlag
Guðs einglar sjálvan jóladag
teg til Guðs trónu leiða.

Farvæl, Guðs signing fylgi tær,
so stutt og tung tín lívsleið varð,
men nú er stríðið liðið.
Tú slapp frá synd og sorg í verð.
Guð troysti hvønn, ið saknið ber.
Og hvíl í Harrans friði.

FavoriteLoadingGoym tekstin