Ein hurð til himmals opin er

Orð: Lydia Baxter
Lag: Silas Jones Vail
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: The gate ajar for me

1. Ein hurð til Himmals opin er,
og orðið vegin vísir
til krossin, sum vár Harra ber;
har náðin fría lýsir.

Niðurlag: Áh, Harri, stór er miskunn tín!
Hin hurð er latin upp til mín,
til mín, til mín,
er latin upp til mín!

2. Hin hurðin øllum opin er,
sum eftir frelsu leita;
ei útistongdur verður her
tann, sum á Gud vil heita.

3. Um Satan goysir eld, far inn,
nú opin hurðin stendur!
Tak krossin upp, og kransin vinn,
gríp trúarvápn í hendur!

4. Við Jordans á vit leggja av
tann kross, vit máttu bera,
og grípa kransin, Harrin gav,
og glað í ævir vera.

FavoriteLoadingGoym tekstin