Ein húsbóndi á morgni býður

Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur í februar 2007.

1. Ein húsbóndi á morgni býður
í víngarð sín teir bønamenn,
og alt, sum arbeiðsdagur líður,
tess fleiri mans hann býður enn.
Denarur ein tann dagløn var,
sum hann á kvøldi teimum bar.

2. Tann pening fyrst teir síðstu fingu,
– og fróir fóru teir avstað,
men tá teir fyrstu hagar gingu,
tá vórðu teir í ringum lag,
tí hóast arbeiðstímar fleir,
tó somu løn tá fingu teir.

3. Í ríki Guds øll eru boðin
til arbeiðis frá morgunstund,
ja, til við lívslok kvøldarroðin
oss kallar fram á Harrans fund,
tí ræður um ta stuttu stund
at røkja væl tey læntu pund.

4. Ein lítlan jarðarteig vit læntu,
har ein og hvør sín gerning fekk,
at har vit Harra várum tæntu
í trúfesti, sum tíðin gekk,
í kærleika at virka har
tað víngarðsharrans ætlan var.

5. Ei løn vit hava uppiborið,
tá arbeiðsdagur lokin er,
tað sigur greitt Guds halga orðið,
várt lívsverk ei til himna ber.
Vár frelsa er av náði bert,
alt okkara er einkisvert.

6. Tó eigur alt várt lív at vera
ein Harrans tænasta hvønn dag,
í trúfesti vár gerning gera
og tæna Harra várum glað,
í trúgv at renna hetta skeið
við Harrans hjálp á himnaleið.

FavoriteLoadingGoym tekstin