Ein hvíla trygg í Himli er

Orð og lag: Hallgrim Miðberg

1. Ein hvíla trygg í Himli er,
har sálin hevur ró.
Til lyftislandið leiðin ber,
lat brenna kærleiksglóð!
Ein stokkut tíð, so heima har,
ei meir vit skiljast tá;
meg Jesus tekur inn at sær,
í ævir honum hjá.

2. Eitt betri land, ein betri ogn,
har einki verður mist!
Um tap er her, í ódn sum logn,
tær hjálpir Harrin Krist.
Sum móðir uggar barnið sítt,
hann troysta okkum skal!
Tá lívsins sjógvar bróta hátt,
hann verjir okkum væl.

3. So gleð teg, sál, og fegnast um
Guds stórverk her á fold,
at Gud til jarðar kom sum barn
og klæddi seg í hold.
Hann doyði her, av grøv upp stóð,
hann fyri øllum bað;
her fleyt Guds Sonar dýra blóð,
hann doyði í mín stað!

FavoriteLoadingGoym tekstin