Ein kvinna, ið var havd á mongum munni

Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Lag (2007): Knút Olsen
Viðmerking: Yrktur 10. mai 2007.

Ein kvinna, ið var havd á mongum munni,
tí fimm mans kona har hon gitin var,
fór út at draga vatn úr Jákups brunni,
tá møtti henni Jesus Kristus har.
Hann hana bað um vatn at fá,
tá undrandi hon stóð og lýddi á.

Hví manst tú, Jødi, her nú við meg tala?
Hví biður tú um vatnsopa frá mær?
Ei Jødar orð við landsmenn mínar mæla.
Av Kristi munni kvinnan fekk tað svar:
“At kendi tú Guds gávu bert
og sjálvan meg”, so var tað mikilsvert!

“Eg havi vatn at geva kvinnum, monnum,
so tey um ævir aldri tysta meir,
og lívsins kelduvatn tað er av sonnum,
til ævigt lív tað vellir” og ei doyr.
“Hoyr, Harri, eg nú biði teg:
Gev mær títt vatn, so eg kann leska meg”.

Tá hon av Jesu Kristi egna munni
fekk opinbera syndaskuld hjá sær,
og mangan drykk úr heimsins brostna brunni,
tá trúði hon, at hetta Kristus var.
Til Sikar inn í skundi tá
hon fór at boða bygdarfólki frá.

Í dagar tveir kom Jesus har at búgva,
og kvinnan vitnisburð um Krist teim bar,
mong teirra kundu nú av sonnum trúgva,
at hesin heimsins frelsari víst var.
Lær oss, o Gud, í lýdni gá,
so fólk várt alt í trúnni fast kann stá.

FavoriteLoadingGoym tekstin