Ein langur vegur

Orð og lag: Ova

eg bleiv nokk so kløkkur,
tá eg sá meg sjálvan.
eg havi broytt meg nógv.
enn broytist eg.
eg koyri myndirnar burtur.
og haldi áfram á mínu egnu leið.

eg fari inn.
djúpt inn í dreymaland.
og eg droymi um,
at eg var so
og so.
eg droymi meg inn til tín.

langt langt avstað, út í heimin.
eri eg enn á veg.
langt langt inn í,
tað djúpa í mær sjálvum.

eg villist í myrkri,
eg vil bæði út og inn.
men hvønn veg skal eg fara?
eg veit ikki hvørjum,
eg leiti eftir.
einum,
ið kann elska meg?

kanska kanska eg finni tað,
eg leiti eftir.

eg fari longur inn.
djúpt inni í mær kenni eg okkurt,
ið eg ikki tori at kennast við.
hvat er tað?
hví er tað so?

FavoriteLoadingGoym tekstin