Ein leið til frelsu eina

Orð og lag: Philip P. Bliss
Týtt: Jákup Olsen

1. Ein leið til frelsu eina
er givin foldum á,
ein grund, bert ein til frelsu,
og Jesus Krist er tað.

Niðurlag:
Ei annað navn er givið,
ei annar vegur er;
tað er Jesus Kristus fyrst og síðst,
hann eina frelsu ber.

2. Ein hurð bert opin stendur
til Himmalin í dag,
eitt offur bert á foldum
burt tekur syndina.

3. Mín songur er um Jesus,
sum doyði fyri meg,
hans kross, hans kross aleina
til æru havi eg.

FavoriteLoadingGoym tekstin