Ein lítil fiskur svam

Orð: Erik Linklater
Lag: Fríðhild Petersen
Týtt: Axel Tórgarð

Ein lítil fiskur svam um hav og dýpi blá.
So illavorðnan fisk, ei nakrantíð eg sá.
Hann brøður sínar beit og so ein hýsudrong.
Fór ikki tíðliga upp og ongantíð hann fór í song.

»Tú, Treddy« segði pápin »sig tú nú, hvat tú vilt.
Tað er mamma tín, sum hevur teg so púra spilt.«
Men mamman segði: »Freddy. Tað er ikki burtur skerst.
Sum togaður úr táknunum á pápanum, tú ert.«

Og Freddy fekk sær drekka. Ovseint í skúla fór.
»Hoyr, Freddy« segði lærarin »tú ert eitt letidjór.
Men kemur aftur tú ovseint, so fært tú fleingjuna.«
Tá gjørdist Freddy firtin og beit sín lærara.

»So, Freddy« segði pápin »bít ikki lærarar«
Men tá beit Freddy pápan í uggafjarðarnar.
»Á, Freddy« segði mamman »mítt sorgarbarn tú ert.«
Men tá beit Freddy mammuna so beint í hennar’ stert.

Og Freddy fór at svimja, men steðgaði so á,
og tók ein maðk í sjónum – men húkin ikki sá.
Hann fastur varð, men fiskarin mundi tveitt hann burt,
hann vildi hava størri fisk og ikki bert ein murt.

»Royn aftur« segði Freddy »og gloym so alt um meg.
Tí mamma mín er longri og tjúkkari enn eg.
Og pápi dámar fliðu best, set hana á tín húk.
Tú fært ein fisk, sum feitur er og hevur stóran búk.«

FavoriteLoadingGoym tekstin