Ein lítil genta gekk í sunnudagsskúla

Orð: Petur William Háberg
Lag: Jens Guttesen

1. Ein lítil genta gekk í sunnudagsskúla
so trúgv hvønn sunnudag. Har hoyrdi hon
um Gud, sum er so góður við hvørt smábarn,
at hann í deyðan læt sín egna Son.

2. Hon hoyrdi, hvussu syndin øllum ræður,
at menniskjuni ikki elska Gud,
men eisini, at tann, sum trýr á Jesus,
fær Himmalin og ævigt lív í lut.

3. Ein dag er hon og vitjar ommu sína –
tað er ein kláran, kaldan kavadag –
og ommu spyr, um hvítari enn kava
hon veit seg hava hoyrt um ella sæð.

4. Men omman, sum er veik og grá og gomul,
og kanska skjótt skal verða løgd í mold,
hon hevur ikki annað hoyrt, enn kavi
er hvítastur av øllum her á fold.

5. „Nei, omma“, svarar gentan, „tað er skrivað,
at eitt er, sum er hvítari enn snjó,
tað er ein sál, sum her er blivin tváað
í Harrans Jesu dýrabara blóð!“

6. Tá rann eitt tár av eyganum á ommu.
Á knæ tær fullu, og hin eldra bað,
at Harrin skuldi hennar sál nú tváa. –
Og hon bleiv hvítari enn snjó tann dag!

FavoriteLoadingGoym tekstin