Ein lítil stund, og stríðið er at enda

Orð: Charlotta W. Wester-Ericsson
Týtt: Jákup Olsen

1. Ein lítil stund, og stríðið er at enda,
ein lítil stund, og stormur tagnar brátt!
Um eina lítla stund mín sál skal lenda,
har ei er ódn og vetur, kuldi, nátt.
:,: Ein lítil stund, og friðurin skal flóta,
har syndabylgjur aldri meiri bróta :,: .

2. Ja, eina stund mítt hjarta enn má bløða,
sum mangan tað í sorgum hevur bløtt;
men trúgvin kann, ið hvat meg so skal møða,
tó síggja dagin, hann, sum kemur skjótt;
:,: nú svinnur náttin, brátt í eystri dagnar,
og Jesus kemur – stormur, grátur tagnar. :,:

3. Ein stund, og troytti ferðamaður rennur
til hvíldarstaðin – inn í Harrans favn!
Í læ av honum ongan storm hann kennir,
men hvíld og gleði í tí tryggu havn.
:,: Ein lítil stund, og allir skuggar flýggja,
og lívsins klára dag mín sál skal síggja. :,:

4. Og tá – hvat er alt stríð á jørð, øll møði!
Við trónuna eg gloymi alla sorg;
skal her mítt hjarta kenna onga frøi,
tað umskift verður har í ljósins borg,
:,: har Harrin sjálvur skal sum sólin skína,
og eingin grátur er, og eingin pína. :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin