Ein longsil djúpt í hvørjum brósti liggur

Orð: Alberta Eltzholtz
Lag: A.P. Berggren
Týtt: Victor Danielsen

1. Ein longsil djúpt í hvørjum brósti liggur,
hvør sál í tráan eftir friði hyggur,
men, áh, hvør mong hin longsil lítið skilja!
Tey hann í lívsins lystum stilla vilja.

2. Tey søkja frið í dýrd og ogn og heiður,
men tómar roynast allar hesar leiðir,
við øllum tí er sálin tærd av longsli,
og hjartað mangan græt í gyltum fongsli.

3. So út, har veksur gleðirósan reyða,
og turka tárið burt av kinn og eyga
og inn í søtan gleðirús seg droyma –
men ei ein kann sín sára longsil gloyma.

4. Av sorg og tráan hjartað nærum spreingist,
tó, ikki enn tað skilir, hví tí leingist;
men tað er Jesus, sum á dyrnar bankar
og býður frið til hjarta og til tankar.

5. Lat upp tá fyri honum sál og sinni!
Tá fyrst tú friðin kenna skalt har inni;
ja, lat upp fyri honum, sjúka hjartað!
Tá tendrast ævigt ljós í myrkri svarta.

FavoriteLoadingGoym tekstin