Ein longsul býr í hvørjum barmi inni

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Alberta Eltzholtz
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í 1972.

1. Ein longsul býr í hvørjum barmi inni,
ein hjartans trá at fáa frið í sinnið;
tó hesa trá so fá á foldum fata,
tey halda ríkdóm vera besta bata.

2. Í eyð og æru frið tey vilja fáa
og spyrja: “Sál, hvat kanst tú meira tráa?”
Tó nívd er sál av hesum sama longsli,
og hjartað mangan græt í gyltum fongsli.

3. So út í heimsins lyst og leik at reika,
tú turkar tár av kjálkanum tí bleika,
í dreymakæti vilt tú gleði finna,
men einki er, ið longsul tín kann linna.

4. Tá suffar hjartað sárt av tungum trega;
hví leingist tí, hví kann tað ei seg gleða?
Tí tað er Jesus, sum á dyrnar bankar¹
og býður barni frið, ið friðleyst slankar.

5. Men skal hann støðugt standa uttanfyri,
tín frelsari, tín besti sálarhirði?
Nei, lat upp dyrnar, neyðars sjúka hjarta,
tá birtist ljós og lív í myrkri svarta!