Ein løta enn, so eru vit

Orð: George Paulin
Lag: George Coles Stebbins
Týtt: Victor Danielsen

1. Ein løta enn, so eru vit,
har synd ei vera skal;
ein løta enn, og songurin
skal fylla Himmalsal.

Niðurlag:
Ein løta enn, so skulu vit
har Harrans ásjón sjá
og prísa fríu náði hans
í ævir honum hjá.

2. Ein løta enn, so møta vit
blóðkeypta flokkinum;
ein løta enn, og heima vit
tá prísa Lambinum.

3. Ein løta enn, og hjartans glað
á lívsins ljósu strond
tey, sum her skiltust okkum frá,
vit taka hond í hond.

4. Ein løta enn, so hoyra vit
hans rødd, sum okkum vann,
í ævir verða honum lík
og har tilbiðja hann.

FavoriteLoadingGoym tekstin