Ein morgun jú fylgir tí myrkastu nátt

Orð og lag: A. L. Skoog
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Ein morgun jú fylgir tí myrkastu nátt,
á, gloymir tú tað, o, mín sál,
tá nívd tú av neyð vilt falla í fátt?
Ver still, tí Guð alt ger væl.

Niðurlag: Sí, Morgunin kemur, sí, Morgunin kemur,
tá sólin úr havsbrúnni sær!
Sí, Morgunin kemur, ja, Morgunin kemur,
tá uppreisnarveingir tú fær!

2. Um tú enn á myrkastu leiðum varð leidd
og niður í dalin tað bar,
har myrkursins vald manga sál hevur meitt,
á, óttast ei, hjálp er nær!

3. Hvør gott, at Guð hjálpir og loysir øll bond,
Hann kennir títt stríð, kæra sál;
á roynslunnar stund Hann rættir tær hond,
tín frelsa er jú Hans mál.

4. So lyft tínum eygum, mót himmal’num lít,
ein roða jú longu hann ber!
Skjótt sleppur tú heim, har alt verður nýtt,
har æviga sælan er.

FavoriteLoadingGoym tekstin