Ein neyðstødd kvinna kemur til Jesus

Orð og lag: George F. Root
Týtt: Victor Danielsen

1. Ein neyðstødd kvinna kemur til Jesus,
hon hugsar so við sær:
Um bert eg nema kann við hans klæði,
so vil tað hjálpa mær!

Niðurlag:
Kom, nem í trúnni við Jesus,
og fríur verður tú!
Hans frelsandi blóð tær gevur lív,
og gevur tær tað nú.

2. Hon kom við ræddum, skelvandi hjarta,
men tó í trúgv á hann,
og brátt hon kendi tá, at frá honum
ein lívsins streymur rann.

3. Hon hevði roynt øll ráð her á foldum
og allar ognir oytt;
men alt bert hevði gjørt hana verri
og ongan bata veitt.

4. Hann vendi sær og segði: Mín dóttir,
tín trúgv nú frelsti teg!
Og hon við lættum, friðfyltum hjarta
í gleði fór sín veg.

5. Enn hesin sami Jesus kann frelsa,
ja, frelsa nú og her;
í gjár, í dag, í aldur og ævir,
hin sami hann jú er.

FavoriteLoadingGoym tekstin