Ein oyðimørk er henda verð

John N. DarbyGeorge Friedrich HändelVictor Danielsen
Orð: John N. Darby
Lag: George Friedrich Händel
Týtt: Victor Danielsen

1. Ein oyðimørk er henda verð,
ei nakað her søkja eg kann;
eg veit, at mítt heim er ei her,
ei tap og ei vinning eg fann.

2. Til Gud mín, til Faðirin lá
tann leið, sum mín Frelsari gekk,
og hásætið settist hann á –
hans styrki á vegnum eg fekk.

3. Við honum eg hvíla skal har,
í heiløgum ljóma hann sjá –
í gleði, tí hann er mær nær –
í friði, tí hann er mær hjá.

4. Tann skattur, í honum eg fann,
meg gjørdi til útlending her;
mær leingist at koma til hann
og síggja hann tá, sum hann er.

5. Og, Frelsari mín, tað er teg,
eg vænti av Himlinum skjótt
at taka av einsligum veg
tín vin inn í heimlandið søtt!

FavoriteLoadingGoym tekstin