Ein ráðharri kemur til Jesus á nátt

Orð: William T. Sleeper
Lag: George Coles Stebbins
Týtt: Victor Danielsen

1. Ein ráðharri kemur til Jesus á nátt
at spyrja um vegin til lívið so gott,
og greitt ljóðar svarið í sannleika tá:
Tú aftur føðast má!

Niðurlag:
Tú aftur føðast má,
tú aftur føðast má!
Av sonnum, av sonnum eg sigi tær tað:
Tú aftur føðast má!

2. Tú sál, sum mót ævini gongur, áh, hoyr
eitt boð nú frá honum, hvørs orð aldri doyr!
Og lat henda boðskap til hjarta títt ná:
Tú aftur føðast má!

3. Sig, vilt tú í hjarta og sál fáa frið
og savnast teim sælu í Himlinum við?
Ja, ynskir tú bjarging og frælsi at fá,
tú aftur føðast má.

4. Kann vera, í Himli ein sál bíðar tær,
sum ynskir at møta við portrið tær har;
men skalt tú tey elskaðu har uppi sjá,
tú aftur føðast má.

FavoriteLoadingGoym tekstin