Ein sang eg í sál míni goymi

Phoebe CaryPetur Jacob Sigvardsen
Orð: Phoebe Cary
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur 1. apríl 1961.

Ein sang eg í sál míni goymi,
mær mangan á munni er:
Nú síggi eg sjónskari heimið
enn áður á vallara ferð.

Ja, nærri er faðirhúsið,
Guds dýrmæta brúdleypshøll
tað syngja lovsangbrúsið,
tey snjóhvítu túsundtals fjøll.

Ja, nærri er lambsins tróna,
– og krossin eg brátt havi gloymt,
ja, nærri er lívsins krúna,
sum frelsarin mær hevur goymt.

Ein sang eg í sál míni goymi,
mær mangan á munni er:
Nú síggi eg sjónskari heimið
enn áður á vallara ferð.