Ein sang um Jesus eg glaður syngi

Orð og lag: Per Filip Waldenstad
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Ein sang um Jesus eg glaður syngi,
tí ævigt lív eg í Honum fann!
Hann lyfti burt mínar sorgir tungu,
eg gjøgnum Hann sæla gleði fann.

Niðurlag: Hann kærleika Sín mær hevur borið,
Hann vísir vegin Guðs Orði í.
Hitt sanna ljósið Tað mær er vorðið,
ja, gjøgnum Hann nú mín sál er frí.

2. Hann er ein lækni í lívsins kvalum,
Hann lekja kann bæði kropp og sál.
Um Guð Hann lærir hitt sanna Orðið,
tann troyst Hann gevur, meg ber á mál.

3. Og mínar syndir Hann hevur borið,
tá uttan skuld Hann á krossi leið.
Og yvir deyðan Hann vil meg bera,
ja, barn Sítt eyma Hann svíkur ei.

FavoriteLoadingGoym tekstin