Ein sangur tónar nú í mínum hjarta

Orð: Stuart Hamblen
Lag: Á Golgata eg gleði fekk í hjartað
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Ein sangur tónar nú í mínum hjarta
á vegnum heim til Guðs Jerusalem;
hvør sorg bert er á vegnum sum ein steinur,
í Himlinum har er mítt rætta heim.

Niðurlag: Á vegnum heim mítt hjarta glatt kann syngja:
Á Guðs vegi ljóða lat tín sang
inntil tann dag, mítt eyga skoðar Staðin,
tá Harrin meg skal kalla heim.

2. Tað, verðin bjóðar, missir alt sítt virði,
bert stutta stund tað her man standa við.
Hvør smátt mær tykir lívsins stúran vera
mót ævinleikans djúpa, stilla frið’.

3. Tú neyðars verð við øllum tínum stríði
ein myrk og døpur sjón tú einans er’!
Men andi mín sum ungur falkur stígur,
mót ævinleikans hæddum glaður fer.

4. Tín rødd, o, Guð, meg kallar eymt og biður
at virka fyri Teg við lív og sál;
tann tíð er stutt, sum mær her er tillutað,
og skjótt eg nái ævinleikans mál.

FavoriteLoadingGoym tekstin