Ein sjálvvilligur gekk fyri meg

Orð: Carrie E. Breck
Lag: Grant Colfax Tullar
Týtt: Victor Danielsen

1. Ein sjálvvilligur gekk fyri meg, fyri meg
út á Golgata bannaða træ;
og hann keypti mær frið á tí kvølfulla veg,
tá hann bar mínar syndir hin dag.

Niðurlag:
Tað, sum gekk móti mær,
tað varð út strikað har,
tað varð neglt upp á krosstræið har;
áh, hvat toldi hann tó,
tá Guds vreiði hann sló,
tá hann syndina, skommina bar!

2. Eingin annar var eymur og mildur sum hann,
tá hann sál mína inn til sín dró;
og nú eingin fordøming meir raka meg kann,
tí eg rættvísur eri við blóð.

3. Undir hansara merki eg frítt ferðist nú,
til ein dag eg skal síggja hann har;
og tá, Jesus, tú æruna fært, eina tú,
at tú deyðan og staffina bar!

FavoriteLoadingGoym tekstin