Ein skari, túsund túsund

Orð: Henry Alford
Lag: John B. Dykes
Týtt: Victor Danielsen

1. Ein skari, túsund túsund,
sum hvítan búna ber,
hin stóri frelsti flokkur inn
um ljósins portur fer;
alt útint, alt er útint,
alt stríð við synd og deyð;
lat upp, lat upp tær gyltu dyr,
og innum fara tey!

2. Ótaldar røddir syngja,
at stríðið vunnið er,
frá túsund hørpum sigursljóð
um høga Himmal fer;
áh, dagur, tú, sum Guds fólk
við tráan longdist ná!
Øll sorg á jørð er túsundfalt
við gleði goldin tá.

3. Har fagnaðarróp tú hoyrir
á Kána’ans føgru strond,
har ævigt verða aftur knýtt
mong slitin vinabond;
av gleði lýsa eygu,
sum grátur dimti her,
hin faðirleysi ugga fær,
ei einkjan einslig er.

4. Kom, kom við tíni frelsu,
Guds Lamb, vár vón, vár troyst,
lat savnast til tín skjótt øll tey,
sum eru dýrt út loyst!
Kom, kom! Títt fólk í útlegd,
tað tráar eftir tær,
kom, skjótt, vár Kongur, Frelsari,
tak okkum til tín har!

FavoriteLoadingGoym tekstin