Ein skóti altíð fróur er

Orð: Gunnar Jørgensen
Lag: “Er man spejder” / “Se min bestilling”
Týtt: Sverri Fon

Ein skóti altíð fróður er og altíð væl til hýrs,
hann vinur er við smábørn og við gomul um tey fýrs,
hann hjálpir, har ið hjálpast kann, við góðum ráðum fer:
Um kroystan nagl, um brotið bein, um arm, ið kroyktur er.

Ert tú skóti, ert tú skóti,
Mást tú hjálpa, um so alt tær gongst ímóti.

Tá pápi missir pípuna, hann leitar sum ein hind,
og rópar so tað hoyrist líka upp á Malingstind,
hann grópar allar goymslur fram og tømir hvørt eitt trog,
og fýkur runt í stovuni, sum var tað grindaboð.

“Hoyr, pápi, ger tær einki stríð,” so troystar Pætur hann,
“eg hugsi, at eg mestan veit, hvar pípan vera man.”
Hann rýkur út í gongina, har gamla kotið er:
“So sanniliga, sært tú pápi, pípa tín er her.”

Tá kúgvin hjá Hans Peturi ein dagin datt um ryggm
tá Malan frá sær sjálvum var, hon mól sum dunnan stygg.
Men Pætur sum ein hvirluvindur inn á trøðna sprakk,
hann lyfti kúnna upp aftur, og Malan segði takk.

Og hoyrir tú eitt neyðarróp úr Sumba og í Klakk,
so er tað gamla Brita, sum ein nagla í fótum stakk,
men Pætur hann fór fúkandi, tann løtan var ei long,
og tók so naglan útaftur við hamara og tong.

Tá Pætur síðst á fjalli var, tá beinini hann breyt,
men Pætur helt: “Ver sjálvbjargin!” Og ráð ei honum treyt,
tók beinini á nakkan hann, og bant tey fast við reim,
við hondunum í lummanum so sjaggaði hann heim.

FavoriteLoadingGoym tekstin