Ein skuldabundin tænari eg eri

Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Lag (2007): Knút Olsen
Viðmerking: Yrktur 8. mai 2007.

Ein skuldabundin tænari eg eri,
mín syndaskuld meg tyngir hvønn ein dag,
at rinda hana ei eg mentur verði,
um faðir mín fær alt mítt foldar fæ.

Á mínum minnisbløðum stendur skrivað,
at Gud ei altíð høvuðssessin fekk,
í sjálvssøkni eg vildi lívið liva,
í eginvild eg egnar leiðir gekk.

Har eru syndir, misgerðir at síggja,
mangt syndaminni, føll og mistøk svár,
mangt ógjørt, hálvgjørt rúgvar upp til skýggja
og annað mangt, ið tú veitst, faðir vár.

O, góði Gud, eg nígi tær til kníggja
við bøn og bót, at tú mást náða meg,
takk, faðir, at eg kann til son tín flýggja,
sum tikið hevur alla synd á seg.

Hjálp mær so Gud av øllum huga mínum
at gloyma tað, at onnur sára meg,
fjal bróður mín við náðarørmum tínum,
og styrk oss øll at ganga trúarveg.

Mín troyst tí Gud er náði tín aleina,
sum tú í góðsku tíni okkum gav,
í Kristi skal hon øll Guds børn sameina,
tá sólin setur handan ytsta hav.

FavoriteLoadingGoym tekstin