Ein so undurfull søga er søgd

Ein so undurfull søga er søgd,
um ein fagran og skínandi stað,
har hvør gøta av gulli er løgd,
har er dýrd, sum ei vit hava sæð.

:,: Fagra heim, ljósa heim,
har tey heilagu búgva so glað! :,:

Føgur, glitrandi hús eru bygd,
til hvørt Guds barn á foldini her,
og av kærleikasólini skygd
eru øll eingin skuggi har er.

Glað og syngjandi børn eru har,
skrýdd í klædningar, hvítar sum snjó,
Jesus her teirra frelsari var,
her tey kendu hans reinsandi blóð.

Til tann fagra og skínandi stað,
tekur Frelsarin eisini meg;
eg hans bjargandi blóð havi sæð,
hann meg lærdi at trúgva á seg.

FavoriteLoadingGoym tekstin