Ein søga er, sum gleðir meg

Orð og lag: W.A. Williams
Týtt: Victor Danielsen

1. Ein søga er, sum gleðir meg,
kær míni sál hon er;
hon tendrar ljós á myrkum veg,
tó gomul, nýggj hon er.

Niðurlag:
Tó gomul, nýggj hon er,
tó gomul, nýggj hon er;
hin krossins søga søt,
tó gomul, nýggj hon er.

2. Hon er hitt orð, at, Jesus, tú
til krossins deyða gekk,
so eg kann eiga lívið nú,
og frið mítt hjarta fekk.

3. Hitt orð, at Jesus krossin bar
og doyði í mín stað,
so eg skal hann tilbiðja har
ein endaleysan dag.

4. Áh, kærleiki, sum málist ei,
áh, náði, rík og frí,
sum kom í henda myrka heim
og stríddi hetta stríð!

FavoriteLoadingGoym tekstin