Ein søga so vøkur varð søgd mær

George BennardMeta av Fløtum
Orð og lag: George Bennard
Týtt: Meta av Fløtum
Upprunaheiti: Tell me his name again

1. Ein søga so vøkur varð søgd mær,
eitt undurfult navn hoyrdi eg.
Mín sál, ið djúpt syrgdi, tá glað varð;
eg hoyrdi, hann elskaði meg.
Úr dýrdini kom hann her niður,
meg burtvilsta leita upp her.
Á krossi hann vann fullan sigur.
Sig aftur, hvat navn hans er.

Niðurlag: Sig aftur, hvat navn hans er (Jesus),
tað navn, ið av øllum ber (ja, ber).
Í kærleika hann
mær frelsuna vann
og stað mær til reiðar ger.
Hin søga so dýr mær er,
hin besta, eg hoyri her.
Hvør ótti burt fer,
hann vón til mín ber.
Sig aftur, hvat navn hans er (Jesus).

2. Hann føddist í fjósi varð sagt mær,
ei annað rúm kundi hann fá.
Sum fremmandur á hesi fold var,
tó fjøldina vildi hann ná.
Eg hoyrdi, hans leið gekk í deyðan,
at á krossi varð framd bótargerð.
Mær fullkomna bjarging tá vann hann.
Sig aftur, hvat navn hans er.

3. Hann kallaður er „Sarons Rósa“
og „Liljan í dali“ so fríð.
Hann heiti ber „Aldanna klettur“
og „Morgunsins stjørna“ so blíð.
Profetur og Prestur og Hirði,
navn „Konganna Kongur“ hann ber.
Hann kemur, tá hvørvur hvør byrði.
Sig aftur, hvat navn hans er.

FavoriteLoadingGoym tekstin